Torleif á odda fyri KÍ

Maðurin, sum í góð 20 ár var ovasti fótbóltsbossurin í Føroyum, skal nú standa á odda fyri KÍ

KÍ-formaður

 Eg havi fleiri ferðir fingið hesa áheitan, men eg havi altíð sagt borið meg undan. Satt at siga, so helt eg meg vera pensioneraðan sum ítróttarleiðara. Hesa ferð hava teir tó lovað mær, at eg skal bara vera formaður, og annars einki gera. Fólkini uttan um meg skulu gera alt arbeiðið, og tað helt eg vera góðar treytir at fáa.
Hann dugir framvegis at taka tingini við einum smíli. Torleif Sigurðsson. Gjøngum 30 ár hevur hann havt ymsar sessir í føroyska ítróttarheiminum - harav 20 ár sum FSF-formaður. Men á aðalfundinum hjá KÍ hóskvøldið varð hann fyri fyrstu ferð valdur í nevndina í einum fótbóltsfelag.

Skal savna kreftirnar
KÍ hevur seinastu tíðina verið gjøgnum umfatandi umskipanir, soleiðis karmar felagsins eru komnir í eina trygga legu. Ein umskipan, sum í nógvar mátar hevur slitið nógv á tey fólkini, sum hava verið partur av nevndararbeiðinum.
Tí er helst meira enn nakran tíð tørvur á einum sterkum miðsavnandi persóni at mynda felagið. Og ivaleyst verður júst savnandi leikluturin tann týdningarmesti av øllum hjá nýggja formanninum. Nakað sum Torleif Sigurðsson heldur ikki avvísur sjálvur.
 Tað man helst vera við atliti til tær royndir, sum eg hóast alt havi, at áheitanin er komin. Nú kenni eg flestu av hinum persónunum í nevndini, og teimum havi eg fult álit á. Men arbeiðið skal eisini samansjóðast, og tí kann eg vónandi verða ein partur av.

Hava potentialið
Men hvussu sær nýggi formaðurin fyri sær, at KÍ er fyri, nú stóra umskipanararbeiðið tykist vera av?
 Hyggur tú at felagnum, so er eingin ivi um, at talan er um eitt stórt felag. Tí haldi eg, at verða tingini gripin rætt an, so eigur KÍ avgjørt at vera eitt av feløgunu, sum stríðast har, sum tað gongur fyri seg. Tað er kanska ikki nakað, sum vit skapa frá degi til dags, men at møguleikarnir eru at røkka hesum, ivist eg onga løtu í sigur nýggi formaðurin at enda.
Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir á aðalfundinum, og nevndin í KÍ er tí mannað soleiðis: Torleif Sigurðsson (formaður), Nichels Lutzen (næstformaður), John William Joensen, ábyrgdarfólk fyri samskifti, Guttorm Sørensen, ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál og Kristoffur Ragnarsson, ábyrgdarfólk fyri hondbólt.