Torleif eisini viðurkendur

Knappan mánað eftir, at ÍSF heiðraði 4 einstaklingum fyri teirra avrik, hevur fótbóltsformaðurin, Torleif Sigurðsson nú eisini fingið heiðurskenning

Á samkomu fyrr í hesum mánaðinum fingu 4 persónar heiðurskenning frá Ítróttarsambandi Føroya, fyri avrik teirra seinastu árini. Ætlanin var, Torleif Sigurðsson skuldi verða 5. maðurin, men við tað at hann tá hevði forfall, bar ikki til at lata hesa heiðurskenning. Stutt fyri jól varð so lítil samkoma, har føroyski fótbóltsbossurin fekk sína heiðurskenning handaða.

Torleif hevur í nógv ár verið oddamaður í Fótbóltssambandi Føroya, og ikki kann sigast annað enn, at stórar rembingar eru farnar fram, hesi árini hann hevur sitið. Bæði tá talan er um føroysku kappingina, og ikki minst tá talan fellur á føroyska luttøku í millum- og altjóða høpi.

At stórur dentur hevur verið lagdur á at útbúgva fótbóltsvenjarar okkara, hevur eisini havt alstóran týdning fyri menningina av fótbóltinum her á landi. Tá talan er um slík tiltøk krevst, at arbeitt verður langsiktað, og við Tórleifi við stýrisvølin, hevur føroyski fótbólturin havt ein leiðara, sum hevur verið sterkur og støðufastur.

Sum ein lítil viðmerking kann nevnast, at Torleif als ikki hevur nakra fótbóltsfortíð. Tá hann av fyrsta sinni kom inn í nevndararbeiði undir ÍSF var hetta í samband við kappróðurin her á landi. Júst hetta hevur helst eisini gjørt sítt til, at Torleif heldur hevur roynt at røkt sína uppgávu sum fótbóltsleiðari uttan fyri vøllin, ístaðin fyri at takast ov nógv við tað, sum fyriferst inni á vøllinum.