Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez fingu eitt gott úrslit, tá ið teir á 2. teini í Tour de Yorkshire í dag fingu spurtaran, Andreas Stokbro, á mál sum nummar seks í hópspurtinum. Hetta má sigast at vera eitt gott úrslit fyri tað lutfalsliga lítla danska liðið, ið hevur fingið wild card til hesa World Tour-kappingina.
- Man vil sjálvandi vinna, men tað var eisini okey, sigur Torkil Veyhe um úrslitið í dag.
- Eg passaði upp á Alexander Kamp, og tað gekk sum tað skuldi. Tað var mótvindur, so teinurin var lutfalsliga lættur, sigur Torkil.
Sjálvur kom Torkil Veyhe á mál ein minutt og 52 sekund aftanfyri dagsins vinnara, sum var týski Rick Zabel frá Katusha-Alpecin. Rick er 25 ára gamal og sonur Erik Zabel, ið er mettur at vera ein av bestu sprintarunum í søguni. Rick vann spurtin frammanfyri Boy van Poppel (Roompot-Charles) og Chris Lawless (Team INEOS).
Tour de Yorkshire er ein kapping á World Tour, ið er hægsta støðið innan súkkling. Við í feltinum í ár eru eitt nú ferfaldi Tour de France-vinnarin, Chris Froome.
- Eg havi sitið við síðuna av honum nakrar ferðir, men tað hugsar man ikki nógv um tá ið man koyrir, tá man hevur eitt arbeiði at gera. Men tað er heilt sikkurt stuttligt at siga, at man hevur koyrt ímóti honum, sigur Torkil Veyhe.
Á triðja og næstseinasta teininum í morgin verða súkklaðir 132 kilometrar úr Bridlington til Scarborough. Danska TV2 Sport sendir beinleiðis frá kappingini, og í morgin verður byrjað at senda kl.14.40.