Árliga súkklukapping Volvo Kring Føroyar byrjar mikudagin. Í tíðindasendingini í dag tosaði Gunnar Dahl-Olsen um kappingina og hvør er favorittur at vinna.
- Mítt boð er at Torkil Veyhe verður vinnari aftur í ár. Hann tippi eg uppá, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið er ein av fyriskiparunum til Volvo Kring Føroyar, tá hann tosaði við Hilmar Jan Hansen á Rás2 fyrr í dag.
Volvo Kring Føroyar er størsta súkklukapping í Føroyum, og sum vant koma íðkarar aðrastaðni frá, fyri at taka lut í kappingini.
- Eg vil skjóta uppá, at vit eru komin uppum tretivu nú, so tað sær nokk so gott út, sigur Gunnar Dahl-Olsen og leggur aftrat.
- Har kemur onkur sterkur úr Danmark, onkur góður úr Íslandi eisini, og so hava vit okkara egna Torkil Veyhe, ið vann gull á Oyggjaleikum í ár. Eg ivist ikki í, at hann verður ein av favorittunum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Gunnar Dahl-Olsen.