FM í súkkling er í hesum døgum.
Ígjár vann Torkil Veyhe býarkoyringina, sum var í Havn.
Í dag verður so kappingin í einkultstarti. Byrjað verður við Effostøðina í Kollafjarðadali, og so gongur leiðin allan vegin niðan á Sornfelli. Kappingin í dag byrjar klokkan 17.
Í morgin verður landavegssúkklingin á skránni. Her verður bæði startur og mál á Toftum. Stóra avbjóðingin verður drúgva brekkan framvið Fríðrikskirkjuni.
Fyrrapartin møttu íðkararnir Torkil Veyhe, Helgi Winther Olsen og Gunnar Dahl Olsen til eitt prát í sendingini SportBoxin á Rás2 um kappingina, sum var ígjár, og kappingarnar, sum eru í dag og í morgin. Prátið við Torkil Veyhe snúði seg eisini um spennandi upplivingarnar hann hevur, sum elituíðkari í Danmark, har hann eisini hevur kappast í EM í landavegssúkkling fyri Danmark. Kappingini var í Herning í august.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var við Torkil Veyhe, Helga Winther Olsen og Gunnar Dahl Olsen fyrrapartin á Rás2.