Torkil Veyhe verður av mongum mettur, at vera favorittur at vinna Volvo Kring Føroyar í ár. Hann sveik heldur ikki, tá fyrstu teinurin varð súkklaður í gjár, men endaði greitt á odda, og vann sær rættin at súkkla í gulu føraratroyggjuni. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Súkklufelag.
Næst eftir honum var Gudmundur Joensen og nummar trý gjørdist Dávur Magnussen.
Kappast verður eisini um fjallatroyggjuna. Í gjár var tó einans tann eini fjallaspurturin, og var hann við Streymin. Tað var Sigmundur Olsson, ið vann hendan spurtin, og súkklar hann tískil í svørtu fjallatroyggjuni í dag.
Teinurin í varð gjár súkklaðu í gjár var 124 kilometrar og byrjaði við Wenzel bilasøluni í Havn. Síðani varð súkklað gjøgnum Kaldbakstunnilin, líka til Selatraðar, fyri síðani at venda kósina móti eystara armi av Skálafjørðinum, har fyrst varð súkkla kring Agnið, áðrenn enda var í Effostøðini í Saltangará, ið var málið.
Kappast var eisini hjá motionistum og unglingum, ið súkklaðu ein styttri tein. Sverri Mohr Edvinsson vann hjá motionistunum, meðan Sæmundur Guðmundsson vann hjá unglingum. Harumframt gjørdist Kristín Edda Svensdóttir fremsta kvinna í kappingini.
Seinni teinurin í Volvo Kring Føroyar verður súkklaður í dag, og skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Súkklufelag, at talan helst er um harðasta teinin í føroyskari súkklusøgu. Byrjað verður í Klaksvík og síðani verður koyrt til Vestmannar, har vent verður og kósin verður sett móti Sornfelli. Hetta er ein teinur, ið umfatar nógvar og drúgvar brekkur, og er 125 kilometrar til longdar.