Torkil Veyhe skiftir til størri felag

Føroya besti súkklari seinnu árini hevur skift súkklufelag í Danmark

Føroyski meistarin í einkultstarti og landavegssúkkling, Torkil Veyhe, skiftir í 2016 til Team WeBike-CK Aarhus.

 

- Torkil er serfrøðingur í útbrotum. Hann hevur eginleikan at kunna seta ferð á frá byrjan og bíta pínuna í seg. Serliga hevur hann prógvað seg í fleiri av meiri avbjóðandi kappingunum í vár, sigur Eskil Vammen úr nýggja felagnum.

 

Torkil Veyhe er fegin um at hava skift til WeBike-CK Aarhus.

 

- Eg haldi at tað er spennandi at síggja hvussu liðið er uppbygt. Teir arbeiða móti at hava lokalar súkklarar, sum allir venja saman. Persónliga, so vóni eg at vinna eina A-kapping komandi ár, sigur Torkil Veyhe.

 

Torkil Veyhe hevur seinnu árini súkklað í Danmark, har hann er í útbúgvingarørindum.