Torkil Veyhe nær við sigur í Fraklandi

Torkil Veyhe kom inn á øðrum plássi, eftir at hava verið í útbrotið leingi í franskari súkklukapping

Torkil Veyhe, luttekur í hesum døgum í fronsku súkklukappingini, Ronde de l'Oise, saman við liðið sínum Team Virtu Cycling.

 

Í dag var fyrsti teinurin í kappingini á skránni, og hann hevði mál í Liancourt. Her gjørdi føroyingurin veruliga um seg. Tíðliga á teininum slapp hann í útbrot saman við trimum øðrum, og tað eydnaðist Torkili og norðmanninum, Henrik Evensen, at halda frástøðu heilt til málið.

 

Norðmaðurin spurtaði tó skjótari, og var fyrstu maður um málstrikuna, so at Torkil Veyhe mátti taka til takkar við einum øðrum plássi.

 

Sostatt liggur Torkil Veyhe í løtuni á øðrum plássi í savnaðu kappingini.