Torkil Veyhe hevur í grein í danska súkklutíðarritinum, feltet.dk, boðað frá at hann gevst sum súkklari. Hann hevur síðani 2016 súkklað at kalla fulla tíð, men umstøðurnar eru broyttar við familju og koronastøðuni. Súkkluítrótturin er fíggjarliga hart raktur av farsóttini, og tað hevur skumpað undir avgerðina hjá føroyska súkklarunum um at gevast.
- Um eg skuldi skrivað endan sjálvur, so hevði eg gjørt tað øðrvísi, men tað kanst tú ikki. Soleiðis er tað bara, sigur Torkil Veyhe í samrøðu við feltet.dk.
Føroyski súkklarin hevur eina útbúgving sum verkfrøðingur, sum hann eisini hevur arbeitt víðari við, meðan hann hevur verið fulltíðarsúkklari. Torkil Veyhe hevur seinastu fýra árini vunnið seg fram sum ein av fremstu súkklaraunum í danskari súkkling.
Hann hevur súkklað fyri coloQuick, Team Waoo og Riwal-Securitas, sum er eitt sokalla ProTeam. Hetta stendur tó ikki við komandi ár, tí pengar eru ikki til at reka Riwal-Securitas sum eitt ProTeam. Torkil Veyhe hevur vunnið seg í topp-10 til kappingar sum PostNord Danmark Rundt, Ronde de l’Oise, Fyen Rundt og Ronde van Midden Nederland, skrivar feltet.dk.
- Eg eri avkláraður við, at eg skal verða verkfrøðingur. Eg slapp at royna meg sum súkklari í nøkur ár, men eri eisini avkláraður við at vita, at eg í framtíðini skal verða verkfrøðingur, sigur Torkil Veyhe.
Torkil Veyhe er 30 ára gamal, og hevur millum annað vunnið fleiri heiðursmerki á oyggjaleikunum fyri Føroyar. Hann fer nú í holt við eina ph.d í samstarvi við COWI.