Tað er nú greitt, at føroyski landsliðssúkklarin, Torkil Veyhe, heldur fram at súkkla fyri danska felagið, Odder CK.
Tað skrivar ein hin størsta súkklu-heimasíðani í Danmark, www.feltet.dk, sum eisini hevur tikið myndina.
Torkil Veyhe hevur koyrt fyri Odder CK í ár og nú er so greitt, at hann heldur fram eitt ár afturat.
Heimasíðani skrivar, at Torkil Veyhe legði rættiligia bragdliga á B liðnum, men eftir fimm kappingar hevði hann súkklað seg upp á A liðið.
Har fekk hann tólvta plássið í síni fyrstu kapping og tíðina síðani hevur hann brúkt at venja seg við ferðina og longdina í A kappingunum, skrivar heimasíðan.
|