Súkkling
Longu undan kappróðinum fóru bæði børn og vaksin undir kappingina. Byrjað varð við Kirkjuna, og síðani varð súkklað móti Bø, áðrenn kósin aftur varð sett heimaftur.
Hugaligt var at síggja, at luttøkan til yngru bólkarnar var heilt góð. Til samans kappaðust 17 dreingir í dreingjabólkunum, meðan tríggjar gentur tóku lut í gentubólkunum.
Hjá teimum vaksnu, sum súkklaðu einkultstart, vóru bara tveir luttakarar. Nakað sum ivaleyst var ávirkað av, at alt ferðalagið hjá súkklulandsliðnum enn ikki er komið aftur av Rhodos. Men við nærum tveimum minuttum aftur til Eli Christiansen prógvaði Torkil Veyhe enn einaferð, hvussu sterkur hann er á einkultstartinum.
Hjá teimum vaksnu verður næsta kappingin Statoil Kring Føroyar, sum byrjar mikukvøldið.