Torkil vann í Rødekro

Føroyski súkklarin fekk dreymabyrjan upp á danska kappingarárið.

Kappingarárið í danskari súkkling fór av bakkastokki um vikuskiftið, har tað vóru tvær kappingar í sokallaða A-klassanum. Torkil Veyhe, ið nú súkklar við ColoQuick-CULT, luttók í einari teirra, nevniliga í Rødekro í Jútlandi.


Torkil vann teinin í sannførandi stíli. Hann var við í útbroti, og Torkil hevði orkuna at stinga av einsamallur og súkkla einsamallur á mál 23 sekund frammanfyri nummar tvey.


Hetta vóru góð stig at fáa hjá Torkili Veyhe og liði hansara, ColoQuick-CULT, sum eisini vann kappingina á Sælandi, har Rune Almindsø fór fyrstur um málstrikuna.


Herre A, Rødekro – topp 10:


1 Torkil Veyhe - coloQuick - CULT 03.18,58
2 Nicklas Overgaard Amdi Pedersen - Team Giant - Castellli 03.19,21
3 Troels Rønning Vinther - Riwal Platform Cycling Team 03.19,21
4 Jonas Aaen Jørgensen - Riwal Platform Cycling Team 03.19,33
5 Martin Mortensen - coloQuick - CULT 03.19,33
6 Rasmus Byriel Iversen - Team Giant - Castellli s.t.
7 Christoffer Lisson - BHS-Almeborg-Bornholm s.t.
8 Søren Malling Siggaard - BHS-Almeborg-Bornholm s.t.
9 Mathias Lisson - Team Georg Berg Cycling Elite 03.20,55
10 Andreas Holm Gylling - Team AURA Energi - CK Aarhus s.t.