Leygardagin løgdu føroysku súkklararnir til brots í súkklukappingini ”Etika Cup 2010”, ið er ein Cup kapping, ið er sett saman av fimm kappingum, tveimum einkultstartum og trimum landavegkappingum. Landavegkoyring varvá skránni leygardagin, har leiðin gekk úr Runavík, gjøgnum tunnilin við Streymin, til Eiðis, uppum Eiðisskarð, til Gjógv har vent bleiv niðri í bygdini. Leiðin gekk síðani til Funning, Skálabotn og so á mál í Runavík. Teinurin var samanlagt 80 kilometrar, og vinnarin, Torkil Veyhe, brúkti 2 tímar 37 minuttir 20 sekund um teir 80 kilometrarnar.
Royndi at draga frá
Tíðliga í kappingini, í brekkuni norðanfyri Ljósáir, royndi Torkil at sleppa frá hinum súkklarunum.
Eli Christiansen slepti á veg niðan til tunnilin, Morten Hansen við Ljósáir, men Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen saman royndu at vinna Torkil inn aftur. Á Eiðisskarði hevði Torkil vunnið sær eina tveir minuttirs leiðslu. Í Gjógv høvdu Andrass og Gunnar vunnið eitt sindur inn á Torkil aftur.
Men menn byrjaðu at møðast. Andrass misti Gunnar við Funningsbotn, og so bleiv tað nú til eina kapping har allir koyrdu mann móti manni, og móti tíðini. Torkil var stinnastur, vann sannførandi, og kom á mál góðar 7 minuttir framman fyri nummar tvey, ið gjørdist Gunnar Dahl-Olsen. Andrass Joensen kom á mál, sum nummar trý.
Unglingar og motiónistar
Unglingar og motionistar kappaðust eisini henda dagin. Torbjørn Haraldsen vann unglingakappingina og Aksel Haraldsen vann kappingina hjá motionistunum.
Unglingar og motionistar koyrdu umleið 55 km. Leiðin gekk úr Runavík, til Strendur og út aftur til Runavíkar.
Etika Cup 2010
Fimm kappingar eru í Etika Cup 2010. Tann fyrsta bleiv koyrd leygardagin, og tann seinasta verður koyrd hálvan september. Tá verður tann samlaði vinnarin funnin.
Samlaði vinnarin er tann súkklarin, ið hevur vunnið sær flest stig í kappingini. Vinnarin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig, nummar trý fýra stig, o.s.fr. Men ein kann bara vinna kappingina samanlagt um ein hevur tikið lut í minsta lagi trimum av teimum fimm kappingunum.
Kappast verður í tveimum einkultstartkappingum og trimum landavegkappingum. Ongin kvinna luttók leygardagin, hóast hesar eisini hava møguleika at kappast. Kappingin er fyri unglingar, motiónistar, kvinnur og menn (A bólkurin). Kappingin er skipað soleiðis, at menn í bólki A koyra longstu teinarnar, meðan unglingar, kvinnur og motionistar koyra ein nakað styttri tein.
Kappast longu hósdagin
Næsta kapping í Etika Cup 2010 verður longu Kristi Himmalferðadag. Tá verður kappast í 30 km. einkultstarti. Koyrt verður úr Havn til Kaldbak og aftur. Startur og mál verður við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Kappingin byrjar kl. 14.










