Kappingin hesaferð var einkultstartur. Teinurin var 29,0 km langur. Úr Tórshavn til Kaldbaks og aftur til Tórshavnar. Tilsamans 8 luttakarar vóru við. Vinnandi súkklararnir høvdu rímuligar tíðir, men ikki eins góðar tíðir, sum fyrr eru settar á sama teini. Veðrið var gott, tí kundi roknast við at tíðirnar skuldu gerast heilt góðar. Men samanumtikið, lógu tíðirnar umleið einar tríggjar minuttir frá at verða heilt góðar. Ilt er at siga hví allir súkklararnir hava javnt verri tíðir, enn roknast kann við, ein grundgeving kann verða, at súkklararnir júst í løtuni eru í gongd við nógva og tunga venjing, og hetta ávirkar úrslitið tann skeiva vegin. Torkil Veyhe vann á Gunnari Dahl-Olsen, meðan Andrass Joensen og Morten Hansen gjørdust nummar 3 og 4. Hjá motiónistunum vóru tað veteranarnir Evald Rasmussen og Kári Simonsen sum blivu nummar 1. og 2. Teir báðir tilkomnu súkklarnir vísa ein ótrúligan vilja at verða við til kappingar. Í løtuni fyrireika teir seg eisini til eina “ironman” kapping, sum verður í summar. Hjá unglingunum var bert ein luttakari. Tað var Jóanis Albert Nielsen úr Sandavági. Tíðin hjá honum er, í mun til tíðir hjá unglingum annars, rættiliga góð.