Torkil ætlar sær at leypa á

SMS-dagbókin, 5. teinur: Torkil Veyhe umhugsar at leypa á í Tour de Normandie í morgin.

Barnabás Peak frá SEG Racing Academy vann teinin í dag.

Fimti teinur í Tour de Normandie er av. Hetta var ein teinur, sum ungarski Barnabás Peak frá SEG Racing Academy vann trý sekund frammanfyri feltið, har Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez royndu at spara seg.


Í fimtu útgávu SMS-dagbókini hjá Torkili Veyhe greiðir hann niðanfyri nærri frá teininum og fyrstu mánaðunum á nýggja liðnum:


in.fo: Hvussu gekst í dag?


Torkil Veyhe: Vit vóru slitnir eftir at hava vart troyggjuna, so í dag snúði tað seg um at koma ígjøgnum uttan at brúka ov nógva orku. Vónandi hava vit orkuna at royna okkurt í morgin.


in.fo: OK. Væntar út at hava nokk í tanganum til at royna okkurt sjálvur í morgin?


Torkil Veyhe: Eg havi roynt at spart meg í dag, og ætlanin er at royna okkurt í morgin. Vit fáa at síggja, um har er nokk eftir.


in.fo: Hvussu sparir man seg?


Torkil Veyhe: Við at goyma seg í feltinum og fáa minst møguligan vind á nøsina. Tað er munandi harðari at liggja frammanfyri og halda skil á hvør fer avstað. Tað krevur nógvar acceleratiónir, ið kosta nógv. Um man 'bara' situr í feltinum og fylgir við, so kann man spara eina rúgvu í mun til hini liðini. Vónandi fer tað at følast í morgin.


in.fo: Ja, vónandi. Hvussu hava annars fyrstu mánaðirnir verið hjá tær við Riwal Readynez? Ert tú fallin væl til, og ert tú væl koyrandi í løtuni?


Torkil Veyhe: Ja, eg eri fallin sera væl til. Vit hava gott samanhald og hava tað stuttligt saman. Eisini tá vit ikki eru til kappingar. Formurin er har, sum hann skal vera. Eg eri ikki í toppformi enn, men ætlanin er at raka nakað, ið minnir um toppform, tá ið vit um tríggjar vikur koyra Tro-Bro Léon. So tað er bestemt ikki við síðuna av. Eg føli eisini, at eg komi meg væl ímillum kappingar, og tað er eitt gott tekin. Ætlananin er at brúka hesa kappingina at fínpussa formin eitt sindur. Eg havi bara koyrt eina aðra kapping áðrenn hesa, og tað er ringt at venja so hart sum man ger til kappingar.


in.fo: Tað er gott at hoyra. Góða eydnu í morgin!


Torkil Veyhe: Takk!


Á næstseinasta og 6. teininum í morgin verða súkklaðir 159,5 kilometrar úr Gouville-sur-Mer til Martinvast

 

Lesið eisini:

 

SMS-dagbókin, 1. teinur


SMS-dagbókin, 2. teinur


SMS-dagbókin, 3. teinur

 

SMS-dagbókin, 4. teinur

Barnabás Peak frá SEG Racing Academy vann teinin í dag.