Maðurin, sum fram um allar hinar føroyingarnar kom í miðdepulin í Landskrona mikukvøldið 12. september 1990, var Torkil Nielsen. Í 62. minutti smeyg hann sær framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann úr fimtan metrum smekkaði flatt í netið, og størsta sensatiónin nakrantíð í altjóða fótbóltssøguni var sett á breytina.
Tey seinnu árini hevur Torkil gjørt lítið við fótbóltin. Fótliðirnir eru viðbreknir, men hugurin til fótbóltin hevur verið góður. Tað hevur havt við sær, at nógvir kilometrar eru brúktir av tilfari at stuðla fótliðirnar við.
Síðsta ferðin, hetta varð gjørt, var leygardagin. Tá var síðsta umfarið í old boys kappingini á skránni. Torkil Nielsen, sum 26. januar fylti 36, hevur nú aldur til old boys fótbólt. Hann var í Fuglafirði, og evnini eru framvegis góð. Tey seinastu fýra árini hava tvørámenn vunnið kappingina. Hesa ferð vann SÍF. Í finaluni spældu teir ímóti TB, sum hevði vunnið hin bólkin. Tað var neyðugt við brotssparkskapping, árenn tað var greitt, at Torkil og teir høvdu vunnið FM.
Sunnudagin hildu tey 10 ára føðingardag heima hjá Janu Mariu og Torkili í Sandavági. Sunnrið varð fødd á Landssjúkrahúsinum, meðan Torkil og teir fyrireikaðu seg til stóru uppgávuna í Landskrona.
Torkil hevur so mangan ásannað, at sigurin ímóti Eysturríki var grundaður á eitt liðavrik, har allir stríddust fyri allar. Hann vil ikki gera nakað serligt hóvasták burturúr sær sjálvum.
Men tað varð nógv gjørt burtur úr Torkili fyri tíggju árum síðani. Tíðindafólk kimaðu og ringdu, og vitjanirnar í Sandavági vóru títtar. Útlendingar vóru áhugaðir í at fáa Torkil av landinum at spæla fótbólt, men høvuðspersónurin var ikki áhugaður:
? Tíðirnar eru so nógv broyttar hesi seinastu tíggju árini. Eg var als ikki hugaður at fara av landinum at royndarvenja, og hugsanin um at liva av fótbóltsspælinum rúmaðist ikki í huganum tá, hevur Torkil Nielsen sagt.
Torkil var á landsliðnum átjan ferðir. Hann var sjálvskrivaður á liðnum hvørja ferð, men skaðar hildu honum burtur fleiri ferðir. 16. juni í 1993 segði Torkil farvæl við landsliðið. Tað var ímóti Kekkoslovakia á Svangaskarði.
14. apríl í 1989 skoraði Torkil fyrsta føroyska málið í altjóða skrásettum landsdysti. Tað var ímóti Kanada í Gundadali. Besta skeiðið í hansara tíð á landsliðnum var í 1990 og 1991. Eftir sigurin á Eysturríki legði Torkil frammanfyri 40 túsund áskoðarum upp til 1?1 málið í Ítróttarparkini. Allan Mørkøre skoraði. Í næsta dystinum var úrslitið 1?1 í Belfast. Kári Reynheim stútaði málið. So gekk minni væl hjá landsliðnum.
Nú er stóra frítíðarítrivið hjá Torkili seyðurin. Hann er røktingarmaður í einum parti av Giljahaga. Har eru 180 áseyðir. Um einar tríggjar vikur fara teir at ganga fjøllini í Sandavági, har tað er lítið av kongs og nógvir ognarar.
Tá teir fara á fjall í Giljahaga, verður Torkil Nielsen álitið. Akkurát sum hann so ofta var tað á landsliðnum. Tá plagdi hann at undirstrika, at talan var um liðavrik. Tað ger hann eisini hesa ferð. Honum dámar væl at tosa um seyð. Men honum líkar lítið, at fjølmiðlarnir gera so nógv burturúr honum, tí tað var hann, sum skoraði málið í Landskrona í dag fyri tíggju árum síðani! Tað ber boð um ein evnaríkan og lítillætnan mann. Ikki undur í at liðfelagarnir frá Landskrona tíðini bera honum alt tað besta. Tað ger pressan eisini, sjálvt um hann ikki vil, at vit seta hann í miðdepulin. Men tað er ein veruleiki, sum tað ikki ber til at dylja, at Torkil kom í miðdepulin fyri tíggju árum síðani ? bæði heima á landi og burturi í stóru verð.