Torkil stríddist fyri Danmark

Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, var eyðsýndur í EM á landavegi í dag.

Torkil Veyhe hevur í dag verið við í EM í súkkling á landavegi, sum varð fyriskipað í danska býnum Herning. Føroyski súkklarin umboðaði Danmark og var á liði saman við navnframum súkklarum so sum Matti Breschel, Lars Bak og Michael Mørkøv.


Torkil var ógvuliga eyðsýndur fremst í feltinum, har hann brúkti alla sína orku upp á at koyra útbrotini innaftur. Hetta gjørdi hann meistarliga, og fáar kilometrar áðrenn málstrikuna vórðu hann og liðfelagin, Alexander Kamp, settir av feltinum.


Kappingin varð avgjørd í einum stórum spurti, og tað var norski spurtarin, Alexander Kristoff, sum fór avstað við EM-gullinum beint frammanfyri Elia Viviani úr Italia. Bronsuna vann Moreno Hofland úr Hollandi.


Torkil Veyhe bleiv í dag nummar 118 av teimum 125 súkklarunum, sum komu vegin fram á mál. Hann kom um málstrikuna saman við liðfeløgunum Alexander Kamp og Nicolai Nielsen fýra minuttir og 43 sekund aftanfyri feltið.