Torkil og teir mistu troyggjuna

SMS-dagbókin, 2. teinur: Torkil Veyhe luttekur í Tour de Normandie í Fraklandi.

Annar teinurin í Tour de Normandie er av fyri Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez. Hetta gjørdist dagurin, har teir mistu føraratroyggjuna, sum teir við Nicolai Brøchner annars vunnu sær á fyrsta teininum í gjár.


SMS-dagbókin, sum in.fo og Torkil Veyhe fara at skriva eftir hvønn teinin í kappingini, greiðir niðanfyri nærri frá hvussu gongdin var á dagsins teini, sum italski Alberto Dainese frá SEG Racing Academy vann.


Tour de Normandie – 2. teinur:


In.fo: Hvussu gekst í dag?


Torkil Veyhe: Tað gekk OK. Vit fingu stýrt degnum sum vit vildu. Tað komu ikki meira enn fimm mans í útbrot (tað vóru fýra avstað), og vit fingu samlað alt til endans fyri Brøchner (Nicolai Brøchner, red.). Tíverri eydnaðist tað ikki at vinna. Tann, sum bleiv nummar tvey í gjár, vann og fekk troyggjuna. Nú liggja vit nummar tvey samanlagt, og so sleppa vit frá tí stóra arbeiðnum í morgin.


In.fo: Súkkla tit fyri samlaða sigrinum, ella fara tit eftir teinunum?


Torkil Veyhe: Ja, vit eru komnir fyri at vinna samanlagt, og nú mugu vit finna útav hvussu. Um tað endar við spurti hvønn dag, so er Brøchner okkara besta boð, men annars mugu vit vita um vit ikki kunnu koyra heim í einum minni bólki við onkrum av okkara onkran av døgnum.


In.fo: OK. Hvussu eru teinarnir í Tour de Normandie? Eru teir flatir?


Torkil Veyhe: Teir eru lutfalsliga flatir. Um veðrið er gott, so endar tað oftast í einum størri bólki, men í morgin og á fimta teininum fríggjadagin verður tað eitt sindur harðari í finaluni. Tá er møguligt at onkur roynir seg, men tað er ringt at gera munin.


In.fo: OK. Hevur tú ætlanir um at royna teg í onkrari finalu? Ein hørð finala burdi ligið væl til tín at roynt útifrá.


Torkil Veyhe: Um tað fer at liggja fyri, so fari eg heilt vist at royna meg.


In.fo: Kul. Góða eydnu í morgin!


Torkil Veyhe: Takk.


Les eisini: Dagbókin – 1. teinur