Malan og Torkil vitja á Skarv leygarkvøldið, og tey eru rættíliga nýggj sum duo Leygarkvøldið spæla Torkil Olsen & Malan Eyðunsdóttir á Skarv. Tey bæði eru
nokk mest kendi fyri at hava spælt fyri aðrar bólkar. Malan fyri eitt nú at
syngja í Mark No Limits, fyri fløgu sína fyri nøkrum árum síðani,og kend er hon eisini sum tónleikaumrøðari í Kringvarpinum.
Torkil er kendur fyri sítt guitar spæl í Mc Hár. Men hesa
síðstu tíðina hava tey spælt saman sum duo, og fara í vikuskiftinum at undirhalda á Skarv við góðun dansitónleik og føroyskum slagarum.
Fríggjakvøldið spælir Steve Falconer á Skarv. Steve hevur í nógv undirhildið
í náttarlívinum, á millum annað The Dubliners, og plagar at seta lív í við
sínum lívliga dansitónleiki. Steve spælir covertónleik hjá millum øðrum Pink
Floyd, The Dbliner og REM.