Torkil Djurhuus gongur í fyrsta flokki í Hósvíkar Skúla. Hesin ljóshærdi pilturin dugir longu væl at lesa, og tí heldur hann okkum vera eitt sindur undarligar, at spyrja, um hann veit hvaðani vit koma.
? Sosialinum, sigur hann, óimponeraður.
Tað stendur eisini einar tíggju ferðir á akfarinum hjá rullandi redaktiónini?
Beiggi mín vinnur
Torkil ætlar sær at fara at fiska á Sundalagsstevnuni. Men hann ætlar sær ikki longur enn niðan í bygdarhúsið at kasta. Tí í bygdarhúsinum er Tivoli, og hann hevur frætt, at fiskibrunnur fer at vera haruppi.
? Beiggi mín rør við Hósvíkingi, ger Torkil okkum púra greitt beinanvegin, og hesin stóribeiggin ætlar sær at vinna á Sundalagsstevnu. Lítli Torkil sigur seg vera sera spentan til kappróðurin.
Síl og állar
Av fagrasta veðri er í Hósvík, henda dagin, Sosialurin er rullaður norðuryvir.
Framvið smølu bygdarvegunum stendur grasið longu tungt og bogið, og sóljurnar standa í fagrasta blóma. Summarið er komið til Hósvíkar, og riðlarnir av bygdarbørnum ganga kyk millum sóljuteigar, áarløkir og fjørusand. Í á og ósa fanga tey bæði síl og állar, sigur gentan, ið fylgist við Torkili henda dagin.
Sita still hjá Eydnu
Jonna Hansen er eitt ár eldri enn Torkil lítli, men hon er líka fitt. Hon rósir Torkili, og sigur, at hann dugir øgiliga væl at lesa. Jonnu sjálvari dámar væl at rokna, og best dámar henni at dividera. Tey hava tveir lærarar; Árna og Eydnu.
Tað er torført hjá Jonnu og Torkili at taka dagar ímillum, hvør lærari er fittastur, men bæði Árni og Eydna eru vældámd, hóast tey eisini duga at skelda, tá ófriður er í flokkunum.
? Vit sita næstan altíð still, tá vit hava Eydnu, tí hon er høvuðslærari, sigur Jonna avgjørd.
Skúladagarnar um summarið sleppur Torkil vanliga at vera uppi til klokkan níggju, men tað kemur eisini fyri, sigur hann, at hann enn gongur uppi, tá klokkan er farin av tíggju. Einaferð hevur hann verið uppi til á miðnátt, men tá skuldi hann ikki í skúla dagin eftir.
Nú fáa børnini summarfríð, so mørkini fyri vøku fara óivað at verða meira kám, komandi vikurnar.
Ommurnar fáa vitjan
Jonna ætlar sær til Noregs at vitja familju í summar, men hinir eldru frændirnir í Føroyum, vera kortini ikki heilt við sviðusoð. Omman í Havn kann vænta sær vitjan í summar, meðan hin hepna omman hjá Jonnu býr í Hósvík. Hana vitjar Jonna hvønn dag, og onkuntíð sleppur hon at ganga ørindi fyri hana.
Torkil ætlar sær ikki at standa aftanfyri Jonnu, hvat í ommuvitjanum viðvíkjur. Í tí, Jonna og hann fara spelandi niðanímóti Toftaá, vendir hann sær kvikliga á og rópar:
? Eg fari at vitja ommu í Elduvík. Hon býr í einum fýrakantaðum húsum, sum eru eitt sindur stór?










