Torkil legði hart út

Torkil Veyhe vann fyrsta teinin í Statoil Kring Føroyar súkklukappingini, sum varð súkklaður í Eysturoynni í gjár. – Eg valdi at vera aggresivur í mínum álopum, sigur Torkil Veyhe

Fyrsta umfar í Statoil kring Føroyar varð súkklað í gjár. Byrjað var í Hósvík og súkklað varð um Eiðisskarð til Oyndarfjarðar, víðari til Leirvíkar og síðani til Runavíkar, har koyrt varð eina ferð runt Agnið, áðrenn komið varð á mál við Statoil-støðina í Saltangará. Tilsamans umleið 100 kilometrar.

Torkil Veyhe kom fyrstur á mál, og súkklaði teinin uppá tríggjar tímar, 30 minuttir og 32 sekund. Ungi havnamaðurin var tvey sekund frammanfyri íslendingin Hafsteinn Ægir Geirsson, sum hevur vunnið Statoil Kring Føroyar tvey tey síðstu árini. Nummar trý var Gudmundur Joensen við tíðini tríggir tímar, 34 minuttir og tvey sekund.

Rás2 hevði Torkil Veyhe á tráðnum í morgun, og vinnarin frá í gjár segði, at tað hevði stóran týdning hjá honum, at hann vann í gjár.

– Tað gekk væl, haldi eg. Eg kom væl frá byrjan, og valdi at koyra á so leingi eg megnaði, greiddi Torkil frá. Havnarmaðurin valdi at vera aggresivur í álopum sínum, og tað gav úrslit.


Einki problem

Hóast teinurin í gjár var lá um 100 kilometrar, og súkklað varð millum annað um Eiðisskarð, helt Torkil Veyhe ikki, at tað var ein serliga trupul teinur. – Seinnapartin í dag súkkla vit so einkultstart á Sandoy, og har vóna vit tað besta, segði Torkil Veyhe við Rás2.

Tilsamans 20 súkklarar kappast í stóru Statoil Kring Føroyar súkklukappingini, sum byrjaði í gjár. Í fýra dagar skulu luttakararnir súkkla tilsamans 325 kilometrar í Eysturoy, Sandoy, Suðuroy og Streymoy. Í dag verður súkklað í Sandoynni, kappast verður í tíðarkoyring, tilsamans 27 kilometrar. Starturin og málið eru við Statoilstøðina á Sandi.