Torkil Veyhe fylgir fótasporunum hjá Boga Kristiansen og Rógva Johansen, og hevur vunnið silvur í súkklukapping í bestu deildini í Danmark. Torkil kom á mál samstundis sum vinnari, men tapti spurtin um málstrikuna.
Her ber til at síggja sjálva súkklukappingina
Talan var um Fyn Rundt 2014 og Torkil stríddist allan dagin í útbroti. Hann og vinnarin, Mads Hardahl, vóru leysir av nummar trý, tá teir komu á mál
Torkil og vinnarin brúktu 3 tímar og 53 sekund um teir 127 kilometrarnar. Hetta gevur eina meðalferð uppá 42,1 km/t.
Tað var ein próvtøku troyttur Torkil Veyhe, sum framdi súkklubragdi leygardagin. Hann hevur verið nógv á skúlabonki í samband við próvtøkur.
Tórshavnar Súkklufelag skrivar á heimasíðuni, at talan helst er um eitt tað besta úrslitið hjá einum føroyskum súkklara.