Tað hevur gingið sera væl hjá føroyska súkklaranum Torkili Veyhe seinastu vikurnar og í morgun fekk hann nakað av løn fyri strevið.
Eftir fleiri góð úrslit í kappingum seinastu vikurnar, bleiv Torkil Veyhe í morgun úttikin at umboða danska landsliðið í kappingini PostNord Danmark Rundt.
Torkil Veyhe súkklar fyri danska felagið Team WeBike - CK Aarhus. Felagið hevur verið í einum góðum stima í seinastuni og fyri tveimum vikum síðani segði ítróttarstjórin í felagnum, Michael Berling, at Torkil Veyhe uttan iva var sterkasti súkklari í Danmark í løtuni, og at tað var sjálvagt, at hann fekk eitt pláss á landsliðnum.
- Tað er fult uppiborið og feitt, at bæði Nicklas (Pedersen, blaðm.) og Torkil (Veyhe, blaðm.) fáa løn fyri eitt fantastiskt vár, sigur ítróttarstjórin í felagnum í dag. Nicklas Pedersen súkklar eisini fyri Team WeBike - CK Aarhus.
Team WeBike - CK Aarhus er einasta felagið, sum hevur tveir mans á landsliðnum. Hinir, ið manna danska súkklulandsliðið eru Magnus Cort (ORICA Bike-Exchange), Søren Kragh Andersen (Giant-Alpecin), Asbjørn Kragh Andersen (Delko Marseille Provence KTM), Mikkel Honoré (Lotto-Soudal U23), Rasmus Bøgh Wallin (Soigneur) og Emil Viljebo (Giant-Scatto).










