Søgan endurtók seg í gjár, tá Torkil Veyhe aftur endaði ovast á sigurspallinum, tá næsti teinur varð súkklaður í Volvo Kring Føroyar.
Frammanundan teinin í gjár, varð mett, at talan var um harðasta teinin í kappingini. Í gjár varð súkklað frá Klaksvík, til Vestmanna, har vent varð, og síðani niðan á Sornfelli. Ein teinur, har vinnast skal á fleiri tungum brekkum.
Tað steðgaði tó ikki Torkil, ið eins og fyrsta dagin, varð fyrstu um málstrikuna, og hevur harvið vunnið tveir teir fyrstu teinarnar av seks teinum.
Gudmundur Joensen gav tó Torkil Veyhe skarpan gang. Tá komi var framvið Kvívík, var tað bara teir báðir eftir, meðan restin royndi at jagstra oddin, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar súkklufelag.
Gudmundur megnaði tó ikki at halda ferðina, og tá koyrast skuldi niðan á Sornfelli rykti Torkil einsamallur avstað, og endaði seks minuttir frammanfyri Gudmund, ið kom á mál sum nummar tvey. Nummar trý gjørdist Gunnar Dahl-Olsen.
Torkil tvíheldur sostatt um gulu føraratroyggjuna, meðan svarta fjallatroyggjan skiftir eigara. Dávur Magnussen megnaði at vinna troyggjuna frá Sigmundi Olsson, ið vann troyggjuna aftaná fyrsta dagin.
Hjá motionistum, unglingum og kvinnum vunnu eisini vinnararnar frá fyrsta degnum. Sæmundur Guðmundsson, Sverri Mohr Edvinsson og Kristín Edda Sveinsdóttir megnaðu øll aftur at vinna annan dagin á rað.
Í dag verður súkklað á Sandoynni.










