Tað spurningin setur Heini Festirstein, sum hevur meldað bólkin, sum Hans Davidsen hevur stovnað ? Út við teimum brekaðu?, til løgregluna. -Hann hevur stovnað fleiri ósømiligar bólkar, og føroyingar finna seg ikki í slíkum, sigur Heini Festirstein.
Hann kendi seg stoyttan av Facebook bólkinum ?Út við teimum brekaðu?, sum Hans Davidsen stendur aftanfyri.
Hans Davidsen fýlist á, at føroyskar samkomu loyva brekaðum fólki á møti.
-Eg vóni, at vangamyndin verður tikin burtur, og at Hans Davidsen torir at standa fram, heldur enn at goyma seg aftanfyri eina falska vangamynd, sigur Heini Festirstein.