Torir einki at siga um havhest

- Líkt er til, at havhestaungin er seinur á veg í ár, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglamaður

Fuglaveiða

Nú lundatíðin royndist so burtur av illa í summar, eru menn, sum plaga at veiða havhest, spentir, hvussu havhestatíðin, sum nú stundar til, man fara at roynast.
Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, sigur, at ógvuliga torført er at siga, hvussu eitt fuglaár fer at roynast.
- Vit høvdu eitt gott lundaár í fjør, hóast fiskifrøðingar søgdu, at gróðurin í sjónum var ógvuliga vánaligur. Í ár siga teir, at gróðurin er helmingin betur, men kortini hevur hetta árið roynst av teimum allar ringastu til lunda, sigur hann.

Havhesturin

Jens-Kjeld sigur, at hann hevur onga meting av, hvussu støðan við havhestinum er í ár.
- Men tað nýtist ikki at vera samanfall millum lundan og havhestin, tí føðin og lívsmynstrið er ymiskt.
Hann sigur, at meðan lundin livir av nebbasild, sum gongur lutfalsliga nær landi, flýgur havhesturin um eitt nógv størri øki og livir av eitt nú slógvi, høgguslokki og nebbasild.
- Tí er í løtuni torført at siga, hvussu verður við havhestinum í ár.

Seint búgvin

Fuglamaðurin sigur, at hann í 1993, sum var eitt vánaligt lundaár, taldi havhestaungarnar, sum sótu á Grønadalsrók í Nólsoy.
- Eg taldi 47. Í hesi vikuni hugdi eg ein túr niðan á Grønadal, og hesaferð taldi eg bert 21 havhestaungar. Men her skal sigast, at rókin er vorðin minni, og grasið er ógvuliga sítt ár. So, hetta er ikki ein samanburður, sum kann brúkast til nakað serligt.
Jens-Kjeld heldur tó, at havhestaungin er seinur á veg í ár, tí flestu ungarnir sóu smáir út og vóru framvegis dúnutir.
Hann sigur, at fríggjadagin verður farið við línu at kanna nærri, hvussu út sær við havhestinum í ár.
- Tá ið hesin túrurin er gjørdur, hava vit eina betri meting av støðuni, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Eingin samanhangur

Hann sigur, at tá ið felli er, er ofta lítil samanhangur í tí heila. Í hesum førinum sipar hann til lundan.
- Í ár eins og í 1991 og 1992, vísir tað seg, at lundin hevur vorpið yvir eitt lutfalsliga langt tíðarskeið. So seint sum 10. august í ár, sótu nýklaktar lundapisur í holuni, og sildberi fleyg við nebbasild.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tað vísir seg, at náttúran tekur hædd fyri umstøðunum.
- Varp allur lundin um somu tíð, og eingin føði var til pisurnar júst tá, hevði alt doyð í raki.
Hann vísir á, at ein dagin herfyri fann ein nólsoyingur tvær deyðar lundapisur í einum neti til eina fleygastong ? og hesar báðar vóru bæði stórar og feitar.
- So, tað er ikki altíð so lætt at siga, hvussu alt í náttúruni hongur saman, ásannar fuglamaðurin, Jens-Kjeld Jensen.