Týsdagin 22. mai verður Torgir Strøm í Nøgrum í Porkeri 70 ár.
Torgir er ættaður úr Vági, og foreldrini eru Torkil Strøm og Herborg, fødd Mortensen, ættað úr Mýrini í Øravík. Herborg og Torkil fingu 5 børn , og Torgir er elstur av teimum.
Barnaheimið hjá Torgir stendur beint niðan frá, har tað stóra reiðaravirkið á Løðhamri stóð, og sum í hansara barna- og ungdómsárum stóð í sínum besta blóma. Har upplivdi hann tað pulserandi lívið, sum knýtti seg til eitt slíkt virki og eisini til øll hini virkini, sum tá í tíðini settu sín dám á dagliga lívið í Vági og bygdunum her um leiðir.
Slíkt virksemi sum tá sluppirnar vórðu riggaðar til um várið, og so tá tær komu fullfermdar aftur og løgdu til brúgvarnar at landa, tá sluppu børnini upp í part. Ella útróðurin um vetrarnar við deksbátunum og sluppunum, tá dreingirnir kappaðust um at sleppa framat í skúrunum til at egna uttan at hugsa um at fáa nakað afturfyri.
Slík viðurskifti hava sjálvandi sett síni spor í hugan og sinni hjá einum drongi sum Torgir og komu tí at leggja lunnar undir lívsyrki hansara.
Hugurin til sjógvin og til at veiða hevur ivaleyst sínar røtur frá forfedrunum í Mýrini í Øravík, so tá skúlaárini í Vági, sum endaðu við realskúlanum, vóru løgd afturum, tá var tað sum bygdarmaðurin Jákup Dahl, sáli, yrkir um longsulin og dreymurin til havið, ráddi um hjá Torgir, tí nú lá leiðin út á tað fongríka hav.
Fyrsti túrurin var á Suðurlandið um várið 1954 við stóru skonnartini Borgini, sum Thorvald Hjelm var skipari á, og seinri á árinum gekk leiðin til Grønlands, men tá hendi tað óhappið, sum so lættliga kundi tikið dirvið frá einum ungum drongi, tí eldur kom í hetta stásiliga farið, so tað brendi og sakk, men tíbetur varð manningin bjargað.
Hóast henda skelkin, misti Torgir ikki mótið og hugin til sjógvin, men hann helt áfram og tað bleiv og hevur verið lívsstarv hansara til fyri stuttum.
Torgir hevur eisini roynt seg í sigling uttanlanda eitt skifti, men meginparturin av tíðini hevur verið við fiskiskipum. Tá stállínubátarnir komu sigldi hann við Jógvan á Gørðunum.
Torgir tók skiparaprógv í Tórshavn og hevur siglt sum stýrimaður og skipari við fleiri skipum m. a. "Porkerisnes", men tó mest við "Kyrjasteini", sum hann átti saman við øðrum, og sum teir í fleiri ár fiskaðu laks við norðanfyri Føroyar. Hetta mundi mangan vera hart lív, men veiðan var ofta góð og prísurin høgur, so nógv bleiv lagt fyri.
Seinni árini hevur heilsan ikki verið tann besta, men ein stálsettur vilji og góður hugur til sjógvin og ivaleyst við eitt sindur av treiskni uppií hevur Torgir tó til fyri stuttum drivið útróður við "Glyvraberg" í Hvalba og "Emely" í Porkeri, og við teimum ført mangan góðan fong til lands.
Torgir fylgir væl við í øllum samfelagsviðurskiftum og er søgufróður maður. Hann hevur serstakan áhuga fyri og gott innlit í ættarsøgu, og tí hevur boð verið eftir honum til at hava frálæru í ættargransking í kvøldskúlum í Suðuroynni.
Við loyvi frá børnunum hjá Johan O. Samuelsen, sjómansskúlalærara, ættaður úr Sumba, fekk Torgir í 1998 loyvi til at skriva av og geva út "Fólk í Suðuroy 1584 - 1840". Hetta bókaverkið hevur verið til stórt gagn hjá teimum, sum fáast við at kanna ættarsøgu.
Eisini í Porkeris Fornminnafelag hevur Torgir verið hollur stuðul og havt sín stóra leiklut, og helst í telduarbeiði við gomlum myndum.
Torgir flutti til Porkeris í 1961, tá Amy og hann giftist og festu búgv í Nøgrum. Tey eiga tríggjar døtur; tvær búgva í Porkeri og ein í Tórshavn.
Abbabørnini eru 7 í tali, og tey trívast væl hjá abbanum, sum er barnavinur burturav.
Heimið í Nøgrum hevur altíð verið "fjálgt" at koma í, og ivaleyst verða tað mong sum týsdagin fara at støkka inn á gólvið.