Torgið í Vágsbotni skal skipast av nýggjum

Tórshavnar kommuna bjóðar uppgávuna at tekna nýtt torg út til summaravloysarar

Í sambandi við miðbýarætlanina fyri Havnina eru tað nøkur støð, sum skulu broytast við tíðini. Torgið við Nólsoyar Páll í Vágsbotni er eitt av teimum økjunum, og í Tórshavnar kommunu hevur leingi verið tosað um at skipa hetta torgið av nýggjum.

Fleiri ætlanir liggja frammi sambært Byggideildini, men nú søkir kommunan eftir fólki at skipa Torgið. Í starvslýsing verður eitt summarstarv lýst leyst, har leitað verður eftir einum lesandi, sum til dømis lesur arkitektur ella verkfrøði, har ein av tekniuppgávunum verður at skipa Torgið í Vágsbotni.

Tórshavnar kommuna lýsir hvørt ár eftir lesandi at menna ymsar verkætlanir. Kommunan sær tað sum eina samfelagsskyldu at lova teimum ungu lesandi at luttaka í fakligu menningini í býnum.