Hvat heldur tú um samanlegging millum Gøtu og Leirvík?
- Eg haldi, at tað er øðiliga spennandi, men eg havi ikki tikið støðu til, um eg eri fyri ella ikki, men eg haldi, at vit kunnu fáa nógv burturúr, vissi tað verður gjørt uppá ein góðan máta.
Hví heldur tú tað?
- Tað avhongur av hvat framtíðin bjóðar, um tíðirnar verða góðar ella ringar. Eg arbeiði í barnagarðinum í Gøtu, á barnaansingarøkinum dugi eg at síggja at vit kunnu samstarva.