Torført at varðveita fokus

Seyður og slakt fyllir nógv í Fuglafirði og í Sundalagnum og á Eiði

Mikudagin í síðstu viku segði B68 venjarin Jógvan Martin Olsen í samrøðu við Sosialin, at tað úti á bygd er torført at varðveita fokus á fótbóltinum, tá ið tað er farið um mikkjalsmessu. Orsøkin er tann, at tá snýr tað seg nógva staðni um fjall og slakt.

Soleiðis kenna teir tað í Fuglafirði og í Sundalagnum og á Eiði. Bæði í Fuglafirði og á Eiði verður um dagarnar skipað fyri serligum seyðatiltøkum.

ÍF hevur plaseringina á sjeynda plássi at spæla fyri, meðan teir í EB/Streymi framvegis hava møguleika at røkka fjórða plássinum. Tað liggur í kortunum, at Albert Ellefsen fer at halda fram sum venjari í Fuglafirði. Tað hevur í nakrar vikur verið greitt, at Rúni Nolsøe fer ikki at halda fram við Margáir, og síðani síðsta landskappingardystin er tað vorðið greitt, at hetta er síðsta kappingarárið hjá Arnbirni Hansen í EB/Streymi.

EB/Streymur hevur í vikuni boðað frá, at sáttmálar eru skrivaðir við fleiri ungar spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum. Í dag er veteranurin Egil á Bø leikbannaður.

Hjá ÍF er Fritleif í Lambanum leikbannaður, og Poul N. Mikkelsen og Frank Poulsen eru framvegis skaðadarvaðir.