Torfinn Johansen til minnis

f. 11/8-56 d. 27/5-05

 
27. mai 2005 andaðist Torfinn Johansen brádliga einans 48 ára gamal í Danmark, har hann starvaðist sum timburmaður.
 
Torfinn leikaði við MB øll 70ini og langt upp í 80ini. Øll, sum minnast tað gamla liðið hjá MB, sum spældi seg upp í  1. deild í 1977, minnast eisini henda fima miðvallarleikaran, sum hevði eina formidabla bóltføring, ein, ið altíð hugdi upp, áðrenn hann spældi bóltin, altíð vakin og klárur at gera sítt besta.
 
Tað, ið sermerkti Torfinn, var hansara lítillætni á vøllinum, ið gjørdi hann ómissandi fyri áleyparar sum Sámal, Harry, Árna, Jón Eirik og aðrar, sum altíð fingu bóltarnar aftur frá Torfinni.
 
Torfinn var tann perfekti bandaleikarin, allir, sum leika fótbólt vita, hvussu týdningarmikið tað er at hava ein góðan bandaleikara.
Tá Torfinn gavst at leika fótbólt, fór hann til Danmarkar, har hann ímillum annað starvaðist sum timburmaður.
 
Torfinn hevði so nógvar ymiskar eginleikar, hann gekk á ymiskum skúlum, har hann nam sær kunnleika til síni ítriv, ið vóru gittarspæl og tekning.
Tað tók hart uppá Torfinn at missa fyrst pápan og síðan, nøkur ár seinni, mammuna av hesi heviligu sjúku, ið rakar so mong. Men stutt áðrenn hann andaðist, var hann eydnusamur fyri fyrstu ferð í nógv ár.
 
Hóast Torfinn hevði búð í Danmark í nógv ár, vitjaði hann fleiri ferðir um árið aftur til Miðvágs og ongantíð gloymdi hann MB.
 
Nú, tá ið MB aftur stóð á egnum beinum fyri fyrstu ferð í 11 ár, var eingin so glaður sum Torfinn, sum veitti MB sín fasta stuðul øll árini.
 
Vit í MB fara ongantíð at gloyma teg, Torfinn.
 
 
Miðvágs Bóltfelag