Ársins skjútti hjá teimum vaksnu bogaskjúttunum hevur ikki verið latin í fleiri ár, men í ár vóru fleiri um boðið, til at fáa henda stóra heiður. Endin varð, at bogaskjótideildin valdi Torfinn Hansen úr Vágaskoti fyri sítt arbeiði bogaskjóting at frama.
Millum orsøkirnar til, at hann varð valdur nevndi Schandorff Vang, formaður í bogaskjótideildini, at Torfinn Hansen ongantíð er bangin fyri at taka eina hond í, tá fyrireikast skal til kappingar og venjingar, og í gjár hevði hann longu koyrt alla útgerðina hjá Ørvi í bilin og var klárur at koyra til Runavíkar við henni, hóast hann býr í Vágunum, áðrenn heiðursmerkini vóru latin.
Nøkur onnur vóru eisini nevnd sum kandidatar til ársins skjútta. Magnus Andreassen fyri sítt frálíka tíggjunda plássi til HM, Annika Vang fyri sína luttøku í HM og fyri sítt arbeiði í Ørvi, Nikkel Petersen fyri síni úrslit í uttandura HM í Turkalandi og fyri sítt arbeiði í Ørvi, Jastrid Jensen fyri sítt áræði í Tambum og Jógvan Magnus Andreassen fyri alt sítt arbeiði bogaskjóting at frama. Men tá alt kom til alt, vísti tað seg, at Torfinn Hansen var besta boðið til ein ársins skjútta í ár.