Torført hjá KÍ at bróta Skála niður

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen viðgongur, at dysturin ímóti Skála ikki var nøkur stór uppliving

Lagið á teimum mongu KÍ-viðhaldsfólkunum er ikki meir enn næstbest nú KÍ á heimavølli í dag misti tvey stig, tá FM-kandidatarnir bert fingu javnleik 0-0 ímóti Skála.

 

Liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen staðfestir, at tað var ikki talan um eina stóra dystaruppliving. Hann sigur, at KÍ hevði torført við at bróta Skála niður, sum vardi seg væl. Jonas heldur, at tað ikki munaði so ræðuliga nógv, at Jákup B. Andreassen var vístur av vølli, tí KÍ helt fram at trýsta við 10 monnum ímóti 11.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jonas Flindt Rasmussen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.