Skotski rokkbólkurin Superhero hevði ferðast í tvey og eitt hálvt døgn fyri at koma á Fjarðafestivalin, og sambært bólkinum sjálvum var tað bert orsakað av einum góðum blandi av dugna- og ørskapi hjá føroysku flogmanningini, at teir komu vegin fram. Teir komu tó ikki á festivaløkið fyrr enn í síðstu løtu, einans átta minuttir áðrenn teir skuldu hava ljóðroynd, var bólkurin í Skálabotni. Men teir komu fram, og tað var gleðiligt, tí hóast bólkurin var merktur av longu ferðini, var framførslan ein rættiliga jalig uppliving. Hetta var fyrsti bólkur, ið veruliga fekk lív í fjøldina uttan fyri Kelduna. Fólk vaggaðu við, hoppaðu og veipaðu við ørmunum. Endiliga var veruligur konsertstemningur við útipallin. Hetta hóast fólkamongdin ikki var serliga stór leygarkvøldið.
Skerd superhetja
Superhero kom á Fjarðafestialin, sum ein nógv skerdur bólkur, gittarleikarin Gavin gjørdist álvarsliga sjúkur í lungunum fyri nøkrum vikum síðan, og fekk forboð at flúgva í átta vikur. Hann slapp tí ikki við á ferðina, ið bólkurin sjálvur vildi vera við, at teir høvdu glett seg til. Ráð vóru tó fyri hetta, og ein vinmaður hjá bólkinum var biðin sum avloysari. Tveir dagar áðrenn fráferðina, gjørdist hesin tó mateitraður og mátti eisini avlýsa ferðina. Tí var bólkurin um at avlýsa, men fyrireikararnir á Fjarðafestivalinum fingu teir at koma alíkavæl.
Teknikkurin var ímóti
Umframt ferðina og sjúku var teknikkurin ímóti bólkinum. Ljómborðið helt uppat við at rigga beint áðrenn konsertina, hetta seinkaði konsertini nógv. Áskoðararnir, ið vóru savnaðir at hyggja at fýrverkinum, ið skuldi hita upp fyri Superhero, stóðu tí og bíðaðu, meðan tøkningar bardust fyri at fáa ljómborðið at rigga. Hetta eydnaðist loksins, men sama ljómborð spældi teimum puss fleiri ferð gjøgnum framførsluna, til eitt nýtt ljómborð varð funnið. Men eisini eftir hetta vóru fleiri steðgir í framførsluni orsakað av øðrum tøkniligum trupulleikum.
Ordiliga bretskt
Tøknin saman við regninum, ið alsamt gjørdist tættari, taldi nógv niður. Men Superhetjan royndi at berjast víðari. Tað taldi sjálvandi upp, at tónleikurin var góður og viðkomandi. Skotland hevur í hesum ártúsundinum verið ein ein tónlistarligur orkudepil, og Superhero er einki undantak. Tónleikurin var ordiliga skotskur, ella kanska heldur ordiliga bretskur, tí nakað hoyrdist av valisisku Manic Street Preachers í teirra tónleiki. Løgini vóru góð og fangandi og tíðarhóskandi.
Stór spæligleði
Framførslan hjá Superhero var sum heild góð, hóast onkrir tónar ikki vóru heilt reinir, og okkurt spæl ikki heilt í topp. Men spæligleðin var eyðsýnd, og framførslan var undirhaldandi. Tað er sjálvandi torført at fylla ljóðmyndina út, tá høvuðsgittarleikarin manglar, tá so ljómborðið, ið skal taka sær av einum parti av hesi uppgávu er somikið svikaligt, kundi tað lætt fingið ljóðmyndina at virka sera tunna. Men hetta var bert hendinga ferð ein trupulleiki. Í móti endanum royndi Superhero, at ganda gittarleikaran framvið eini teldu. Tá hetta ikki eydnaðist, tí teknikkurin aftur var svikaligur, og tað samstundis fór at oysa niður, gjørdist tað eitt lítið sindur ov nógv av tí góða, og hesin ummælarin kreyp innar at kroka.