Torført at tryggja væntaða inntøku

Ella Mortensen er deildarleiðari á skaðatænastuni hjá Trygd.

 

Hon sigur, at málið um endurgjald til bøndur, sum missa seyð í ferðslu, er ikki so einfalt sum, at bøndur kunnu fáa tryggingarpengar útgoldnar uppá væntaða úrtøku í framtíðini. Tað er ov torført at gera eitt ábyrgdarkrav uppá tað.

 

Les eisini: Vilja hava meir pening fyri mistan seyð

 

- Tá ein bóndi missir ein seyð í ferðsluni, so kunnu vit taka útgangsstøði í tí hendingini og ikki í hvat væntast kann av tí seyði í framtíðini. Tað er stutt sagt ov torført at gera upp, sigur Ella Mortensen.

 

Ella Mortensen sigur, at tryggingarfeløgini hava havt semjur fyrr við avvarðandi partar og tann avtalan skuldi dagførast í 2016.

 

- Tað hava verið fleiri fundir millum partarnar seinasta árið og vit hava mett, at ein avtala hevur verið nær, men nú skilji eg, at tey fyrireika eina stevning. Enn er tó einki endaliga avgjørt sum eg skilji, sigur Ella Mortensen.