Nú royna teir at selja tað
Íslendska fealgið Nordic Partners roynir í hesum dørum at selja hotallið D'Angleterre í Keypmannahavn. Danskir íleggjarar hava ikki víst seg at hava áhuga, og teir útlendsku íleggjararnir úr Týsklandi, Niðurlondum og Eysturríki, sum hava gjørt vart við seg, hava boðið minni, enn eigarin kann góðtaka.
D´Angleterre er eitt tað best kenda hotellið í øllum Norðurlondum og liggur stak væl fyri við Kongens Nytorv mitt í Keypmannahavn. Nordic Partners keypti hotellið í september í fjør. Tað kom ongantíð fram, hvat íslendingar høvdu goldið fyri D'Angleterre og tvey onnur hotell, sum teir keyptu um sama mundið, men mett verður, at prísurin var um eina milliard krónur. Í dag er virðið væl minni, og ein møgulig søla fer ivaleyst at kosta íslendinbgum nakrar hundrað milliónir krónur, skrivar Morgunblaðið.










