Nú um dagarnar bórust tey tíðindi, at stórar oljunøgdir eru funnar í Golden Eagle oljuleiðini í bretska partinum í Norðsjónuim
Hetta økið er tætt við Ettrick- oljuleiðina, sum er størsta virkisøkið hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum.
Eygleiðarar eru varnir, men teir meta, at hetta kann merkja, at meira olja er á Ettrick-leiðini, enn tey higartil hava hildið.
Eisini Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum heldur, at tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvønn týdning, hetta kann fáa.
Hann hevur sjálvandi hoyrt tíðindini, men kennir ikki so nógv til tey annars.
Men tað er greitt, at verður Golden Eagle-oljuleiðin tengd at Ettrick, kann hetta fáa stóran týdning fyri okkum, sigur hann.
- Hetta liggur tætt við okkara øki og tað er sjálvsagt áhugavert, at olja er funnin í grannalagnum, sum hann tekur til.
Eygleiðarar meta, at nú olja er funnin í Golden Eagle, er eisini sannlíkt at olja er í Ettrick og tað kanska í størri nøgdum enn higartil mett.
Kanningar higartil hava annars bent á, at einar 50 miliónir tunnur av olju eru á økinum, og við dagsins prísi eru tær verdar næstan 15 milliardir krónur
Parturin hjá Atlantic Petroleum í Ettrick økinum 8,27%.
Men tíðindini um, at olja er funnin í Golden Eagle, hava givið partabrøvunum í Atlantic Petrolum eitt kvink uppeftir