2012 var eitt gott ár hjá handlinum Expert í SMS og hjá Elding.
Expert selur flatskermar, teldur, fartelefonir, spælimaskinur, ljóðannlegg, myndatól og annað. Elding hevur partvís sama vøruútboð.
- Vit seldu fleiri vørur í fjør samanborið við árini fyri, men tað kann líka væl vera eitt rák, tí prísurin á okkara vørum fer niður alla tíðina, sigur Høgni Zachariassen, stjóri í Expert.
Hann kann tí ikki siga, um flatskatturin hevur gjørt sítt til øktu søluna. Hinvegin ber heldur ikki til at siga, hvussu hevði verið, um eingin flatskattur var.
Mads A. Winther, stjóri í Elding torir heldur ikki at siga, um tað er flatskatturin, sum hevur verið orsøkin til stóru søluframgongdina hjá Elding. Hann kann tó staðfesta, at framgongdin hevur verið serliga stór, síðan flatskatturin kom.
Í Elding hevur staðið ein flatskermur til sølu fyri 110.000 krónur.
Hann er seldur.
Mads A. Winther heldur ikki, at sølan kann samantvinnast við flatskattin, tí tað hava verið og eru altíð nøkur fólk, sum hava ráð til at keypa so dýran flatskerm, heldur hann.










