Anfinn Kallsberg vónar, at Føroya fólk enn trýr uppá fullvelisætlanina.
Men hann ásannar, at stríðið í samgonguni, saman við nógvu og ymsu útmeldingunum seinastu tíðina, hevur verið óheppið.
Hóast tað eydnaðist løgmanni at fáa Høgna Hoydal at bakka og taka uppskot síni aftur, ivast Anfinn Kallsberg í, um hetta var ein politiskur sigur fyri hann.
? Eg veit ikki, um hetta kann kallast ein politiskur sigur. Men tað eru nakrar spælireglur, vit skulu halda okkum til, og tað er tað, vit hava gjørt, segði Anfinn Kallsberg við Sosialin beint eftir framløgutingfundin leygardagin.
Veljarakanningin, sum Útvarpið og Dimmalætting almannakunngjørdu 8. februar sýndi, at 57,7 prosent av teimum føroyingunum, sum høvdu tikið støðu, høvdu atkvøtt nei á ætlaðu fólkaatkvøðuni 26. mai um ein bundnan leist fram at fullveldinum. Og var tað hendan veljarakanningin, ið gjørdi, at løgmaður ikki longur ynskti nakra fólkaatkvøðu.
Sosialurin spurdi eftir lagnutingfundin leygdardagin løgmann, hvat úrslit hann hevði væntað á eini fólkaatkvøðu nú, eftir alt samgongustríðið.
? Tað hevði komið ann uppá, um fólkaatkvøðan varð hildin við grundarlag í føroyskum ella donskum treytum. Men eg veit ikki, var stutta viðmerkingin frá einum sjónliga troyttum løgmanni.