Torført at meta um týdningin

- Eg vænti ikki, at eg verið tann stóri brúkarin av Eysturoyartunlinum, sigur Óla Hans A. Olsen.

 

Óla Hans A. Olsen, sum siglir við Teistanum, sigur, at honum eydnaðist ikki at koyra ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin um vikuskiftið.

- Hetta vikuskiftið havi eg verið til arbeiðis umborð á strandfaraskipinum, Teistanum.

Men, hvat heldur so SSL-maðurin um hesa útbygging av vegakervinum?

- Hetta er ein stór útbygging, eingin ivi um tað, men tað er torført at meta um týdningin av henni.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Nei, eg vænti ikki, at eg verið tann stóri brúkarin av Eysturoyartunlinum, sigur Óla Hans A. Olsen.