Torførar samráðingar við russar

Samráðingarnar við russar um fríhandilsavtalu ganga ikki so væl, sum væntað´.

Nógv bendir á, at samráðingarnar um fríhandilsavtalu við Russland, ikki ganga eins væl, og føroyingar høvdu ætlað.

Aftur í gjár sótu føroyingar og russar við samráðingarborðið í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi. Hetta var annar dagurin, teir samráddust um fríhandilssáttmála, og tá Sosialurin fór til prentingar beint eftir døgurða var enn eingin semja fingin í lag.

Upprunaliga væntaðu Føroyingar, at samráðingarnar fóru av verða lættar. Talan skuldi bert vera um ein skjótan samráðingarfund, har nakrar orðingar skuldu setast inn í eina avtalu.

Samráðingarfundurin skuldi vera í vár, men tá kundi russiska samráðingarnevndin ikki møta. Í tí sambandinum segði føroyski samráðingarleiðarin, Herluf Sigvaldson, at avtalan var so gott sum fingin í lag.

Nú farið er undir samráðingarnar vil Herluf Sigvaldsson ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Men Sosialurin skilir úr Tinganesi, at alt higartil ikki hevur gingist sum ætlað.