Tað boðar heimsíðan hjá B36 frá í kvøld. Tórður Thomsen kom til B36 áðrenn hetta kappingarárið. Í B36 eru tey væl nøgd við málverjan, sum eisini hevur staðið í mál hjá millum annað HB, AB, NSÍ, B68 og ÍF.
Bæði Tórður og B36 ynkstu at halda fram við samstarvinum. Tí var lætt at telva sáttmálan upp á pláss, skrivar B36.fo.
Tórður Thomsen hevur saman við Hørðuri Askham spælt flest dystir fyri B36 í ár.