Tórður Thomsen verður eftir øllum at døma verandi í B36. Hann skuldi annars til KÍ, men umbestemmaði seg í evstu løtu. Tá hevði B36 longu gjørt sáttmála við Trygva Askham, og lova honum ein kjans í málinum.
Les eisini:Tórður ikki til KÍ
Meðan NSÍ, Víkingur og eisini HB dekkaðu sínar málmanspostar inn. Tí stóð Tórður Thomsen eftir við Svartaper. Nú tykist fyri vist, at Tórður heldur fram í B36.
Les eisini: Ársins málverji framvegis uttan felag
Hann hevur fyrr víst á, at hann hevur tað ótrúliga gott í felagnum. Hann hevur eisini bitið seg fastan í landsliðshópin og avrikini eru blivin betri fyri hvørt ár.
Sostatt hevur B36 tveir málverjar til komandi kappingarár.










