Effodeildin: Málverjin hjá B36, Tórður Thomsen fegnaðist um, at B36 vann ein toføran dyst við Margáir í Streymnesi. Ein útivøllur, sum mangan hevur elvt til stórar trupuleikar hjá B36. Í gjár bragdaði tó hjá B36, sum vann 2-1.
- Hevði Arnbjørn ikki verið skaddur, so hevði uttan iva skorað fimm ferðir, segði Tórður Thomsen við Rólant Waag Dam aftaná dystin.
Arnbjørn Hansen var sjálvur rættiliga hugtungur og fámæltur, nú lið hansara EB/Streymur hevur mist møguleikan at spæla í Evropa komandi ár.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Tórður Thomsen og Arnbjørn Hansen søgdu við Rólant Waag Dam, aftaná dystin millum EB/Streym og B36.










