Tórður slapp við skrekkinum

Kappingarnevndin umhugsaði at revsa Tórð Thomsen, eftir at hann fekk gult kort við vilja

Tórður Thomsen fekk í ólavsøkudystinum móti ÍF sítt fimta gula kort í ár. Hesa ferð fyri at drála. Hann var skaddur og váttaði fyri Norðlýsinum, at hann fekk sær leikbann útloysandi fimta gula kortið við vilja.

 

- Eg havi ein skaða í lyskuni sum ger, at eg fái ikki spælt næsta dyst móti FC Suðuroy. Tá eg so havi fýra gul kort frammanundan, so valdi eg at taka tað fimta gula kortið, so at leikbannið verður sitið yvir, tá eg samstundis eri skaddur, segði Tórður Thomsen við Norðlýsið 29. juni.

 

Kappingarnevndin váttar fyri in.fo, at málið bleiv tikið upp við tí fyri eyga, at vita um Tórður Thomsen kundi fáa eyka revsing fyri at hava spekulera í gulum kortum.

 

- Tað er rætt, at vit tóku málið upp, men reglugerðin hjá okkum er ikki greið á økinum. Vit hava síðani spurt okkum fyri í grannalondunum, men hava einki greitt svar fingið aftur, so vit hava valt at sleppa júst hesum málinum, sigur Róin Schrøter, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.

 

Tað er fyrr sæði í altjóða fótbólti, at spælarar hava fingið longda revsing, tí teir hava fingið sær gul kort við vilja. Millum annað fingu Real Madrid spælararnir, Xabi Alonso og Sergio Ramos, longt leikbann, tá teir blivu funnir sekir í at fáa sær gul og reyð kort við vilja, í Champions League bólkaspælinum í 2010 í dysti móti Ajax.

 

Róin Schrøter leggur tó afturat, at arbeitt verður við at finna eina loysn, so slíkt kann revsast í framtíðini. Somuleiðis skal greið orðing verða um hvussu hendingar í venjingardystum skulu handfarast. Hetta eftir hendingina við Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason, sum endaði í rættinum.

 

Tórður Thomsen fekk leikbann í ein dyst og spældi aftur móti NSÍ farna sunnudag. B36 liggur á odda í Effo-deildini. Teir hava fýra stig fleiri enn Víkingur, og fimm stig fleiri enn NSÍ, sum tó bæði hava spælt ein dyst fleiri.