Ein av stuðulsleikarunum hjá TB seinastu mongu árini verður ikki at síggja á liðnum í ár ? í øllum førum ikki í byrjanini av kappingini.
Tað er Tórður Holm, sum breyt beinið í fjør, og sum enn ikki er komin veruliga fyri seg.
? Sjálvandi fari eg at venja, um tað verður betri, men í løtuni ber tað ikki til hjá mær, sigur Tórður Holm, sum fyllir 29 ár seinni í hesum mánaðinum.
Hann sigur, at tað er orsakað av pínu, at hann ikki fær vant.
? Tá eg hevði brotið beinið í fjør, bóðu læknarnir meg halda frið í vetur, og tað havi eg so gjørt. Vit plaga at spæla innandurafótbólt allan veturin, men tað havi eg hildið meg burtur frá, sigur Tórður, ið sum vera man er sera harmur um, at hann ikki kann venja og spæla.
? Tað er ótrúliga keðiligt, tí hugurin er so avgjørt til staðar, ikki minst nú tá liðið er aftur í 1. deild.
Tórður Holm hevur upplivað bæði upp- og niðurtúrar saman við TB. Í 1987, tá felagið gjørdist føroyameistari fyri higartil seinastu ferð, var hann ein av teimum ungu monnunum, sum hevði bitið seg fastan á liðið. Men longu árið eftir fluttu TB og Tórður Holm niður í 2. deild fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Síðani tá hevur elsta fótbóltsfelagið í landinum havt eina strongda tilveru við nógvum botndystum, og í 1996 flutti liðið niður aftur í 2. deild.
Eisini hesa ferð varð steðgurin í næstbestu deildini stuttur, og í ár verður TB aftur at síggja í 1. deild.
? Eg dugi ikki at siga, hvat hendi í 1988, men síðani hava vit mist nógv fólk, og tað hevur sett síni spor, sigur Tórður Holm,
? Nú hevur TB havt nøkulunda sama fólk í trý-fýra ár, men málið í ár verður ivaleyst fyrst og fremst at halda sær uppi í 1. deild, sigur Tórður Holm, sum noyðist at fylgja við í øllum førum teimum fyrstu dystunum frá síðulinjuni.









