Tórður: Høvdu totalt tamarhald á øllum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tað var "uttan at sveita" sambært B36-málverjanum í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Tórð Thomsen, málverja hjá B36, sum Rás2 gjørdi aftaná B36 hevði vunnið 5-0 á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi í dag.

 

Tórður heldur, at B36 hevði totalt tamarhald í øllum dystinum, men tað var eitt sindur ørkymlandi, at yvir 40 minuttir skuldu fara, áðrenn B36 kom á odda. B36 skoraði beinavegin minuttin aftaná, og við støðuna 2-0 hevði EB/Streymur longu ryggin ímóti múrinum. Tórður undirstrikar tó, at tað var fyrra málið, sum var tað týdningarmesta, tí tað loysti upp fyri øllum.

 

Nú gleða teir seg í B36 til oddadystin ímóti Víkingi komandi sunnudag, har B36 á heimavølli skal royna at hevna tapið í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.