Tórður: Eg veit ikki hvar bjargingin kom frá

(Ljóðsamrøða) Tórður Thomsen gjørdi eina ótrúliga fepurbjarging, tá støðan varð 0-0

Málverjin hjá B36 varð fegin um 2-0 sigurin ímóti Skála, og ta varðveittu oddastøðuna í effodeildini, tá Rás2 fekk orðið á hann í sendingini "Triði Hálvleikur".

 

Í seinna hálvleiki hevði Tórður Thomsen ikki tað stóra at gera, men í fyrra hálvleiki vóru boð eftir honum, serliga eftir eitt brotsspark, tá Tórður gjørdi ein "Gordon Banks", tá Skála hevði ein naskan stútara ímóti B36-málinum. - Eg veit ikki hvar handan bjargingin kom frá, men tað kendist ótrúligt at bjarga hasum, greiddi Tórður frá. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Tórð Thomsen.