Kommunuval
Nýggi bygdarráðsformaðurin í Eiðis Kommunu eitur Tordur Niclasen. Tað varð greitt eftir bygdarráðsfundin fríggjakvøldið, har bygdarráðið valdi formann og næstformann. Til næstformann varð vald einasta kvinnan í bygdarráðnum, Anna Maria Poulsen.
Í Eiðis Kommunu eru tríggjar bygdir. Eiði, Ljósá og Svínáir. Anna Maria Poulsen býr við Ljósá, meðan hinir bygdarráðslimirnir allir búgva á Eiði.
Nýggi bygdarráðsformaðurin á Eiði sigur, at ætlan hansara verður at reka ein varnan fíggjarpolitikk komandi skeið. Konsolidering og raðfesting verða lyklaorðini, sigur nýggi bygdarráðsformaðurin.
Tordur Niclasen starvast dagliga sum fyristøðumaður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, haðani hann hevur leiðsluroyndir síðan 1984. Eisini hevur hann drúgvar royndir í politikki. Hann hevur verið tingmaður í 16 ár, umframt eisini at hava sitið eitt skeið í landsstýrinum.
Tordur Niclasen er annar av tveimum bygdarráðslimum á lista B við bygdarráðsvalið á Eiði. Hann fekk næstflestar persónligar atkvøður á valinum.