Eftir at hava havt farloyvi úr starvinum í meiri enn eitt ár, er Tordur J. Niclasen aftur borgarstjóri í Eiðis kommunu Eiðis kommuna hevur enn eina ferð skifti borgarstjóra. Frá 1. september er Tordur J. Niclasen borgarstjóri. Tordur hevur í meiri enn eitt ár havt farloyvi frá borgarstjórasessinum, og hann hevur eisini í tríggjar mánaðir verið burturstaddur og harvið ikki verið í bygdarráðnum.
Annfinnur Kruse var borgarstjóri frá eina ferð síðsta summar og inntil fyri trimum mánaðum síðani. Síðstu vikurnar hevur Tom Joensen verið borgarstjóri, eftir at Annfinnur Kruse ynskti at verða loystur úr borgarstjórasessinum.